Nýtt bussskýli í Trongisvági til gagns fyri skúlabørn, borgarar og ferðafólk

14. apríl 2025

Tvøroyrar kommuna hevur sett upp eitt nýtt bussskýli í Trongisvági, sum er framleitt av einum lokalum veitara.

Bussskýlið er sniðgivið við tí fyri eyga at betra um umstøðurnar hjá skúlabørnum, borgarum og ferðafólki, ið bíða eftir bussinum í  føroysku veðurlíkindunum, ið ofta kann verða harðbalt.

Skýlið stendur við kommunala vegin á Brekkunum 31 í Trongisvági og hevur innandurða og uttandurða bónk. Skýli er gjørt úr viði og stendur á eini betonsúlu, og samanumtikið tykist snotuligt og virkisført.

Um royndin við hesum fyrsta bussskýlinum roynist væl, hevur kommunan ætlanir um at seta fleiri líknandi bussskýli upp kring um í kommununi.

Hetta er enn eitt íkast í framhaldandi arbeiðinum hjá Tvøroyrar kommunu at betra um undirstøðukervi og økja um almennu tænasturnar í nærumhvørvinum.