Í dag var móttøka á Barnaverndartænastuni í Suðuroy, nú Oddvá Thomsen hevur arbeitt í tænastuni í 15 ár.
Starvsfelagar og familja vóru møtt til eina hugnaliga løtu við kaffi, køkum og góðum orðum. Leiðarin, Jónleyg Finnsdóttir, helt røðu, og forkvinnan fyri stýrið, Anita Vibergsdóttir, handaði blómur.
“Oddvá er ein trygg og trúføst hond í barnaverndararbeiðinum, og hennara arbeiði hevur stóran týdning fyri børn og familjur í oynni – bleiv víst á í røðuni, har takka bleiv fyri góða samastarvið”
Ein týðandi samfelagstænasta
Barnaverndartænastan í Suðuroy er ein felagstænasta fyri allar kommunurnar á oynni, sum veitir hjálp, ráðgeving og vernd til børn og ung, ið eru í vanda fyri at vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra menning. Arbeitt verður altíð út frá barninum – og í tøttum samstarvi við familjur, stovnar og fakfólk.
Tvøroyrar kommuna, ið er vertskommuna fyri Barnaverndartænastuna í Suðuroynni, takkar Oddvu fyri hennara áhaldni og dygdargóða arbeiði – børnum at frama – við ynski um framhaldandi gott og mennandi samstarv.
Les meira um tænastuna >>> 👉 her