Rakul Mikkjalsdóttir sertannlækni hevur havt sín fyrsta starvsdag hjá Tvøroyrar kommunu – borgarstjórin og forkvinna í sosialu nevnd vitjaðu stovnin

4. apríl 2025

Í gjár hevði Rakul Mikkjalsdóttir sín fyrsta arbeiðsdag á barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu. Rakul er serútbúgvin sertannlækni í ortodonti (boylatannlækni), og fer framyvir at taka sær av serviðgerðum innan tannrøkt hjá børnum og ungum í kommununi.

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt eina avtalu við Rakul um, at hon nakrar ferðir um árið hevur  viðtalu á stovninum, har hon leggur eina handlingsætlan saman við Annu Mikkjalsdóttir, leiðandi tannlækna á tannrøktini fyri tey børn, sum skulu hava boyla ella aðra sertannlækna­viðgerðir.

Leiðandi tannlækni á barna- og ungdómstannrøktini, Anna Mikkjalsdóttir, ið byrjað í starvinum, sum leiðandi tannlækni í 2024, fegnast um at fáa systur sína Rakul í starv sum sertannlækna, og heldur hetta vera eitt stórt stig fram á leið fyri tannrøktartilboðið í økinum.

Longu hesar fyrstu tveir dagarnar hevur Rakul tilsæð heili 60 børn – eitt tekin um stóran tørv og týdningin av hesum tilboði.

Tvøroyrar kommunu hevur gjørt avtalu um, at børn úr Fámjins og Hvalbiar kommunu, eisini fáa viðgerð á barnatannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu.

Í dag vitjaðu Kristin Mikkelsen, borgarstjóri, og Anita Vibergsdóttir, forkvinna í sosialu nevndini, á tannrøktini. Tey fingu høvi at heilsa uppá starvsfólkini og fáa innlit í arbeiðið og nýggju tænasturnar, sum nú eru tøkar fyri børn og ung í kommununi.

Tvøroyrar kommuna fegnast um at kunna bjóða Rakul og Annu vælkomna í starv og kommunan sær fram til eitt gott samstarv – til frama fyri tannheilsu hjá yngru ættarliðunum í kommununi.