Í síðstu viku í barnagarðinum Mýrifípuni, í Trongisvági, vóru dagarnir merktir av virkseminum hjá Team Rynkeby, Føroyar.
Barbara Holm, ið er ein av teimum mongu, sum í ár skulu súkkla longu leiðina til París, arbeiðir sum hjálparfólk í barnagarðinum.
Fyrst í vikuni hevði Barbara gulu súkkluna við og alla útgerðina, ið ein súkklari skal hava á túrinum. Hon vísti børnunum hvussu alt hetta verður nýtt og greiddi teimum eisini frá spennandi túrinum, ið hevur sum høvuðsendamál at savna pening inn til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra.
Børnini hildu hetta vera sera spennandi og áhugavert og í síðstu viku gjørdu tey málningar við París og Rynkeby sum tema. Málningarnir hava hingið uppi í barnagarðinum og síðsta tórsdag varð skipað fyri foreldrakaffi, har ein bússa stóð frammi og foreldrini kundu lata eina peningagávu og heilar 3.500,- kr eru komnar inn, ið børnini lata Team Rynkeby Føroyar, óskert.
Eitt sera gott átak og ein góður og vakur tanki frá børnum og starvsfólkum, ið tey skulu eiga hjartans tøkk fyri.
Viðfest greinini eru myndir av vøkru málningunum. Fleiri myndir kunnu síggjast á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook, sí https://www.facebook.com/