Leingi hevur verðið bíða í spenningi, og í dag týsdag 1. apríl er skorsteinurin hjá P/F Varðin Pelagic endiliga komin á Tvøroyri. Talan er um serflutning, har serútgjørt skip úr Noreg er komið á Tvøroyri við skorsteininum, sum verður uppsettur seinni í dag.
P/F Varðin Pelagic søkti um byggiloyvið hin 29. des. 2022, og nú nærum 2,5 ár eru liðin er endiliga klárt at seta upp skorsteinin, sum verður 80 metrar høgur. Talan er um hægsta bygningverk í Føroyum og verður hesin ein býarmynd fyri Tvøroyri.
Yvirfriðingarnevndin hevur annars givið loyvið til skorstein við hædd á 60 metrar. Men Kristin Michelsen borgarstjóri, hevur tikið avgerð um, at skorsteinurin skal verða hægri enn tann í Fuglafjørði, og tí verður hesin á Tvøroyri 80 metrar høgur.
Heitt verður á fólk um at ansa sær og halda seg burtur av havnalagnum, tá skorsetinurin verður reistur seinni í dag.
Tvøroyrar kommuna
1. apríl 2025