Takk fyri og til Tvøroyrar Hornorkester

Takk fyri og til Tvøroyrar Hornorkester

23. apríl 2023
Í okra hátíðarligu og føgru mentanarháborg SALT á Drelnes, bleiv í dag av álvara blást í hornini hjá Tvøroyrar Hornorkestur, ið framførdi live fyri áhoyrarum frá nær og fjar, nú orkestri kann hátíðarhalda 45 ára jubileé í ár. 
 
SALT lat runga fagrastu tónar í stóru høllini, framførdir av Tvøroyrar Hornorkestur, sum aftur í dag prógvaði, at orkestri er ein gáva til okkum øll; eitt orkestur sum fær okkum áhoyrarar í gott hýri, og sum vant, setur sín serliga góða dám á løturnar her um leiðir.
 
Orkestrið er júst heimkomið av turné í Scotlandi, og sigast má, at her var talan um eitt sera væl samanspælt orkestur, sum harmoneraði til fulnar. Sera gleðiligt er tað eisini fyri áhoyraran, at síggja og hoyra ungar leikarar spæla teir allar fagrastu tónar saman við eldri spælarum, ið onkur teirra vóru við til at stovna orkestri fyri 45 árum síðani. -Hetta ber prógv um, eitt væl skipa orkestur-  Sí og lurta her
 
Borgarstjórian Kristin Michelsen handaði vegna Tvøroyrar Kommunu forkv. í Tvøroyrar Hornorkestur Agnes Mols Mortensen gávubræv, nú orkestrið hevur 45 ára jubileé og Tróndur Enni fekk blómutyssi, nú hann, hóast ungan aldur, hevur verið dirigentur og stjørna orkestrinum í 20 ár. 
 
Tvøroyrar Kommuna takkar Tvøroyrar Hornorkestur fyri teirra góða og gevandi íkast av harmonerandi og góðum tónum kring um bý og bygd, og ynskir orkestri, nevnd, hjálparum og tess leikarum blíðan byr.