Tórun Beck sett sum gartnari hjá Tvøroyrar kommunu

29. mai 2025
Tvøroyrar kommuna hevur sett Tórun Beck í starvið sum gartnara. Hon byrjar í starvinum 1. juli 2025.

Tórun er ættað av Tvøroyri og er í løtuni í einari tilgongd at flyta aftur til heimstaðin. Hon hevur í fleiri ár starvast innan røkt og viðlíkahald av grønum økjum í Fuglafjarðar kommunu og hevur harvið viðkomandi royndir og kunnleika við sær í starvið.

Tvøroyrar kommuna søkti hin 4. mai eftir gartnara ella starvsfólki við royndum til røkt innan grøna arbeiðsøkið. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har Tórun fær sum høvuðsuppgávu at seta sín dám á grønu økini á Tvøroyri og vera við til at skapa eitt vakurt og væl røkt býarrúm – til gleði fyri borgarar og vitjandi.

Tórun verður knýtt at Teknisku deild, har arbeiðsøkið fevnir um rakstur, umsjón og røkt av øllum grønum økjum í kommununi – herundir plantagur, trø, runnar og blómuprýðing í býarrúminum. Eisini røkir toymið kirkjugarðarnar í samstarvi við kirkjugarðsgravaran.

Okur gleða okkum at fáa Tórun við í arbeiðið at menna vøkru grønu økini í Tvøroyrar kommunu – til gagns og gleði fyri bæði borgarar og gestir.

Tvøroyrar kommuna
29. mai 2025