Tunnusláttur og fastalávintshald í ungdómshúsinum

Tunnusláttur og fastalávintshald í ungdómshúsinum

1. januar 1

Ungdómshúsið, Pakkhús 4 skipaði fyri fastalávintshaldi.

Tunnusláttur og fastalávintshald í Pakkhús 4 á havnalagnum, fyriskipa av leiðara og starvsfólkum í ungdómshúsinum hjá Tvøroyrar kommunu.

Heili 52 børn úr ungdómshúsinum Pakkhús 4 á Tvøroyri vóru seinnapartin í dag savna í gamla Koldeotinum á havnalagnum á Tvøroyri til tunnusláttur. Børnini hugnaði sær óført, og eftir at kattakongurin varð funnin, ið bleiv Lilja Súsonnudóttir Lisberg, var fari vestur í Pakkhús 4, har ungdómshúsið bjóðaði kakao og bollar. 

Seinni í kvøld møta eldri børn í úr 7.flokki til tunnusláttur í koldepotinum og hugnaløtu í Pakkhús 4.

Myndir frá degnum..


Borgarstjórin heilsaði uppá børnini og kattakongin👸

 

Tvøroyrar kommuna

4. mars 2025