Nevndarlimirnir í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar kommunu -Anita Vibergsdóttir, forkv., Barbara Tausen og Eyð Eidesgaard- vóru herfyri á vitjan í skúlanum í Trongisvági, har tey fingu eitt gott prát við bæði íðkarar og venjarar av eldrafimleikinum. Vitjanin var væleydnað og gav gott innlit í, hvussu venjingarnar verða skipaðar, og hvussu tey kunnu stuðlast og mennast enn meira framyvir.
Venjingarnar verða skipaðar av fysioterapeutum/ergoterapeutum. Hesi leggja stóran dent á týdningin av at styrkja bæði likamliga og sálarliga heilsu hjá eldru borgarunum, og greiddu frá, hvussu reglulig venjing kann vera ein týðandi partur av einum heilsugóðum gerandisdegi. Tað er sjón fyri søgn, at fólk veruliga hugna sær, og at stemningurin er upplyftandi og góður – eitt stað, har øll kenna seg vælkomin.
Vælverðuvenjingar er eitt av mongu tilboðunum, sum Tvøroyrar kommuna bjóðar sínum borgarum, og vant verður tvær ferðir um vikuna. Undirtøkan er framúr góð, men tað er framvegis pláss fyri fleiri íðkarum, og eru allir 65+ borgarir í Tvøroyrar kommunu hjartaliga vælkomin.
Eftir hvørja venjing bjóðar kommunan frukt og vatn, og hetta er eitt gott høvi at seta seg niður, fáa eitt hugnaligt prát og njóta sosialu samveruna.
Við hesum tiltaki arbeiðir Tvøroyrar kommuna fyri at skapa ein virknan, heilsufremjandi og innbjóðandi gerandisdag fyri eldri borgarar í kommununi.