Tvøroyrar kommuna fingið viðhald frá Føroya Kærustovni

13. mai 2025

Ein av mest umrøddu og drúgvastu byggimálsviðgerðum í Føroyum hevur í dag fingið eina nýggja og endaliga fyrisitingarliga støðu. Føroya Kærustovnur hevur staðfest, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu av viðgerðini av byggiloyvinum til P/F Varðin Pelagic hevur verið lóglig og røtt.

P/F Varðin Pelgic søkti hin 29. 12.2022 Tvøroyrar kommunu um byggiloyvið til at víðkað um virksemið á havnalagnum á Tvøroyri, har felagið ynskti at byggja eina lýsi og proteinverksmiðju. Viðgerðartíðin hevur verið bæði umfatandi og drúgv, og fleiri kærur hava verið viðgjørdar "undervejs". Kommunan hevur frá byrjan av verðið opin og kunnandi um ætlanina, og hevur skipa fyri borgarafundi, almennum hoyringum, parts- og grannhoyringum í drúgvu málsviðgerðini. 

Føroya Kærustovnur hevur við síni avgerð í dag staðfest, at øll fyrisitingarlig viðgerð, eins og samtyktin hjá Tvøroyrar kommunu at geva  P/F Varðanum Pelagic byggiloyvið, hevur verið í samsvari við galdandi lóggávu. Avgerðin frá Føroya Kærustovni er endalig í fyrisitingarligum høpi og kann ikki kærast víðari innan fyrisiting. 

Tað er tó møguligt at kæra sjálva avgerðina um byggiloyvi til civila rættin innan eina kærufreist á seks mánaðir frá tí at avgerðin hjá Føroya Kærustovi er kunngjørd.

Borgarstjórin hjá Tvøroyrar kommunu fegnast um avgerðina, sum staðfestur at kommunan hevur viðgjørt málið rætt, og gevur hetta greiða og neyðuga støðufesti í málinum, sum samstundis leggur lunnar undir framhaldandi vinnuligari menning á havnalagnum á Tvøroyri.