Tvøroyrar kommuna hevur útvegað sær traktor til kavarudding.

Tvøroyrar kommuna hevur útvegað sær traktor til kavarudding.

1. januar 1

Tvøroyrar kommuna hevur útvegað sær traktor til kavarudding.

Talan er um ein traktor av merkinum Antonio Carraro SP 4800 HST, ið er ein sokallaður multi- amboðsberari við nógvari orku, og møguleika fyri at áseta fjølbroytta útgerð.

Ætlan er fyrst og fremst at traktorurin skal rudda gongubreytir og vegir fyri kava, og hevur kommunan fyri fyrst keypt ein roterandi kust og kavaplógv.

Mynd av Kristin Michelsen, borgarstjóri og Samudeen Musah, starvsfólk á teknisku deild

Mynd av Kristin Michelsen, borgarstjóri og Samudeen Musah, starvsfólk á teknisku deild

Tvøroyrar kommuna, Tekniska deild