27. juni 2025

Fíggjarliga gongdin:

Samlaðu inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2024 vóru kr. 107,3 mió. og er nakað hægri enn undanfarna ár, tá tær vóru kr. 98,8 mió. Inntøkurnar stava serliga frá A-& B skatti, ið varð 76 mió, felagsskattur 3 mió., skattur av eftirlønargjøldum kr. 23,2mió., tøkugjald 68tkr., flyting DIS, FAS & Frád. 4,8 mió.  

Nettoskuldin í mun til álíkning er við árslok 2024 34% av einari álíkning. Skuldin ultimo 2024 varð 46 mió, og afturgjalding av lánum varð kr. 3,7 mió.

Samlaði raksturin hjá kommununi í 2024 varð kr. 88,7 mió. Hetta er kr. 5,6 mió lægri enn avsett var á fíggjarætlanin fyri 2024. Talan er tó um ein vøkstur á kr. 7,3 mió. samanborið við 2023, tá raksturin var kr. 81,4 mió.

Hækkingin í rakstrinum millum 2023/2024 stendst serliga av øktum rakstrarútreiðslum til §2 “Almanna- og heilsumál” har rakstrarútreiðslurnar øktist við 3,5 mió, frá 30,9 mió í 2023, til kr. 34,4 mió í 2024. Á §5 “Mentan og frítíð øktist raksturin frá kr. 8,9 mió í 2023, til kr.10,3 mió í 2024. §1 Kommunala fyrisitingin hevði ein meir rakstur á kr. 1,3 mió, frá 9,9 mió í 2023 til 11,2 mió í 2024, ið stendst serliga av hækkandi sáttmálabundnum  lønar útreiðslum. Á §3 “Børn & ung” varð ein øking í rakstrarútreiðslunum á 913tkr, frá kr.14,74 mió til 15,7 mió.

Á løgusíðuni hevur kommunan nýtt kr. 16,3mió í 2024. Størstu løgurnar hava verið gjørdar á hesum økjunum: Barnaansing 1.664 tkr., Fólkaskúlin 2.692 tkr., Umsiting og røkt av fastognum 1.635 tkr., Vegir 4.478 tkr. og Havnir og lendingar 1.625 tkr: Nevnast kunna t.d. Bátahavn og bátabrúgvar 1,5 mió, tænastubygningur á havnalagnum 642tkr, dagføringar á gamla partin av barnagarðurin og á frítíðarskúlan kr. 1,2mió. dagføringar á Tvøroyrar skúla, inventar, ventilatión v.m. kr. 2,4mió., spælipláss, serstakliga í Froðba- kr. 1,1 mió.

Roknskapurin kann lesast>>>  her

Gerðabókin frá fundinum kann lesast >>> her