20. mai 2025

Væl eydnaður arbeiðs- og minningardagur í kirkjugarðinum undir Akurgerði í dag

Í dag -týsdagin 20. mai- varð eitt sermerkt og virðiligt tiltak hildið í kirkjugarðinum undir Akurgerði – ein arbeiðs- og minningardagur, sum Tvøroyrar kommuna skipaði fyri, eftir áheitan frá borgara, ið ynskti at varpa ljós á týdningin, at røkja gravstaðirnar hjá okkara kæru, minnast tey sum farin eru, og at skapa eina løtu tilframa fyri felagsskapin.

Uml. 60 fólk vóru møtt, og tiltakið byrjaði við at luttakararnir fríðkaði um gravirnar hjá sínum avvarðandi og, eftir førimuni kringøkið. Tað var rørandi og gleðiligt at síggja, hvussu nógv fólk komu saman í einum felagsskapi, har samhugi og virðing vóru berandi kreftirnar.

Tá arbeiðið nærkaðist endanum, savnaðust øll til eina løtu við felagssangi, práti og einum góðum drekkamunni.

Tvøroyrar kommuna vil  takka øllum, sum møttu upp, arbeiddu, prátaðu, sungu, stuðlaðu – og gjørdu løtuna til nakað heilt serstakt.

Ein serlig tøkk til Erolf Olsen, Hentzar Hammer, Terja Nielsen, samt Orðið á Borðið, við Sámal Midjord, leiðara fyri Frelsunarherinum fyri teirra vakra sang og tónleik. Takk til Sámal fyri minningarorð og bøn, ið var við til at seta ein hátíðarligan og andaligan dám á løtuna.

Hetta var ein góð løta, har okur í felag steðgaðu á, hugleiddu aftur í tíð, og mintust tey sum farin eru.

Tvøroyrar kommuna