Vaktarskiftið í barna- og ungdómstannrøktini

6. november 2024

Vaktarskiftið í barna- og ungdómstannrøktini

Barna- og ungdómstannrøktin á Tvøroyri fær nýggjan leiðandi tannlækna 1. nov. 2024.

Tvøroyrar kommuna hevur sett Annu Mikkjalsdóttir sum leiðandi tannlækna í Barna- og ungdómstannrøktina, sum veitur tannrøkt til øll børn og ung í Tvøroyrar-,  Hvalbiar- og Fámjins kommunu samsvarandi samstarvsavtalu millum hesar kommunur. 

Tvøroyrar kommuna søkti fyrr í ár eftir tannlækna til Barna- og ungdómstannrøktina orsakað av, at Rutt Jensen, -iðhevur røkt starvið í meira enn 23 ár- hevur nátt fráfaringaraldur og gevst 1. nov. 2024.    

Anna Mikkjalsdóttir hevur nomið sær útbúgving sum tannlækni á Aarhus Universiteti, og varð liðug í juni 2023. Síðani flutti hon heim aftur, og býr nú í Trongisvági, saman við manninum Samudeen. Seinasta árið hevur hon starvast í privatari og kommunalari tannrøkt fyri at fáa autorisatión og royndir, at virka sjálvstøðugt sum tannlækni.    

Barna- og ungdómstannrøktin á Tvøroyri hevur -umframt at veita vanliga tannrøkt- eisini veitt serviðgerðir í ortodonti, tvs. tannregulering og boylaviðgerðir til børn og ung. Hetta hevur borði til, vegna góða samstarvsavtalu millum Merete Mathiesen, sertannlækna í ortodonti og Rutt Jensen. Merete er búsitandi í Danmark, og hevur dúgliga ferðast til Tvøroyri, har hon, saman við Rutt, hevur veitt børnum og ungum í Fámjins-, Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu eina framúr góða tannrøkt. Men nú Rutt Jensen gevst, hevur Merete Mathiesen, -ið eisini hevur nátt fráfaringar aldur- eisini avgjørt at gevast.  

Tvøroyrar kommuna hevur tó gjørt avtalu við Rutt og Merete, um at tær halda áfram við at veita ortodonti viðgerðir fram til 1. apríl 2025. Í hesum tíðarskeiðinum eftirmetir  umsitingin -saman við Annu Mikkjalsdóttir- hvørjir møguleikar eru fyri at fáa í lag eina avtalu við annan sertannlækna, ið kann veita eina varandi ortodonti tænastu til børn og ung í Tvøroyrar-, Hvalbiar og Fámjins kommunu.     

Tvøroyrar kommuna takkar Rutt Jensen og Merete Mathiesen fyri trúgva, góða og trúfasta røkt av barna- og ungdómstannlækna tænastuni hjá Tvøroyrar kommunu.   

Somuleiðis ynskir Tvøroyrar kommuna Annu Mikkjalsdóttir vælkomna í starv sum leiðandi tannlækni í barna- og ungdómstannrøktina hjá Tvøroyrar kommunu, við vón um hepna hond og ynskið um gott samstarv við børn, foreldur og starvsfólk í tannrøktini. 

 
Móttøka var í vikuni í býráðssalinum á Tvøroyri, har Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Jóanis Lisberg borgarstjóri í Fámjin, og Eir J. Norðberg forkv. í trivnaðarnevndini í Hvalba, vóru møtt fyri at heilsa uppá Annu Mikkjalsdóttir og starvsfólkini í tannrøktini. Røður vóru hildnar, setanarbræv bleiv handa Annu, eins og Anna og Rutt fingu handa blómutyssi frá kommununum.
 
Tvøroyrar Kommuna
6. november 2024