13. februar 2026
Mánakvøldið 16. februar 2026 kl. 20.00 verður almennur fundur í SALT, har borgarstjórar, løgmaður, umboð fyri tunnilsverkætlanina og aðrir gestir, seta fokus á Suðuroyartunnilin – møguleikar, avmarkingar og framtíð fyri Suðuroynna.
Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt
Skrá:
20.00 – Stutt heilsan frá borgarstjórunum (uml. 10 min.)
20.10 – Framløga: Aksel V. Johannesen (10 min.) + spurningar (5 min.)
20.25 – Framløga: P/F Suðuroyartunnilin (15 min.) + spurningar (5 min.)
20.45 – Ung og Suðuroyggin – orðaskifti (3 ung, lesandi á pallinum) (uml. 10 min.)
20.55 – Familjur, ið hava valt Suðuroynna til - orðaskifti á pallinum (uml. 10min)
21.05 – Útisiglarar / ítróttur í Suðuroynni – umboð frá SSL (10 min.) + spurningar (5 min.)
21.20 – Suðuroy, meðan vit bíða – orðaskifti við 3 borgarstjórum (15 min.) + spurningar (5 min.)
21.40 – Kaffisteðgur (20 min.)
22.00 – Politiskt orðaskifti við forfólkum úr øllum flokkum (30 min.) + spurningar (5 min.)
Møguleiki verður at seta spurningar í salinum.
Fyriskiparar:
Hvalbiar kommuna
Fámjins kommuna
Hovs kommuna
Porkeris kommuna
Sumbiar kommuna
Vágs kommuna
Tvøroyrar kommuna