Tvøroyrar kommuna vil takka øllum, sum mánakvøldið 16. februar 2026 møttu upp í SALT til borgarafundin um Suðuroyartunnilin. Tað var eitt kvøld við stórari luttøku, virðiligum orðaskifti – og einum greiðum boðskapi um, hvussu álvarslig og avgerandi støðan er í Suðuroynni.
Ein serlig tøkk fer til Jón Brian Hvidtfeldt, sum bar stóra ábyrgd sum orðstýrari og tryggjaði, at fundurin var siðuligur og upplýsandi, har samrøðurnar vóru opnar, skipaðar og savnandi.
Vit vilja eisini takka Teiti Samuelsen, stjóra í tunnilsfelagnum, fyri eina greiða og upplýsandi framløgu um verkætlanina.
Vit vilja harumframt takka teimum politisku gestunum, ið møttu og tóku lut:
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
Beinur Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum,
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum,
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýrisflokkinum,
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum,
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn,
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi.
Vit bera fram eina vón um, at tit øll – og floksfelagar tykkara – síggja støðuna úr sjónarhorninum hjá suðuroyingum, nú Løgtingið kemur at viðgera uppskot um Suðuroyartunnilin, og at tit øll atkvøða ja til verkætlanina.
Ein heilt serlig tøkk til ungu lesandi, til ungu familjurnar, sum hava valt Suðuroynna til, og til ítróttarfólkini, sum øll á eini sera viðkomandi og sannførandi hátt tóku lut á pallinum. Tit settu orð á støðuna í Suðuroynni, sum hon í roynd og veru er: menniskjalig – ikki bara eitt tal- og roknistykki, ella ein abstrakt “kost/benefit”-lýsing, sum vit alt ov ofta hoyra í fjølmiðlunum. Tit lýstu gerandisdagin í Suðuroynni við livandi frásagnum – um møguleikar og avmarkingar, um ótryggleikan at verða avskorin stórar partar av árinum – men eisini um viljan at byggja lív, felagsskap og framtíð í oynni. Tit mintu okkum á, at kjakið um Suðuroyartunnilin snýr seg um framtíðina hjá unga ættarliðnum – og um at skapa karmar, sum gera tað møguligt at velja Suðuroynna til ájavnt við onnur, sum veja Føroyar til.
Vit takka eisini:
Og ikki minst: takk til øll 400 fólkini, sum valdu at møta til borgarafundin – við spurningum, sjónarmiðum og einum felags vilja at venda skeivu gongdini. Borgarafundurin staðfesti, at Suðuroyartunnilin er ein avgerandi fortreyt fyri at skapa varandi tryggleika, menning og framtíðarmøguleikar í Suðuroynni.
Leinkja til stroyming frá fundinum:
>>> 1. partur
>>> 2. partur
Vegna fyrireikararnar
Tvøroyrar kommuna
Myndir frá kvøldinum




