TUNNUSLÁTTUR NÚ SUNNUDAGIN 22. FEBRUAR
BROYTING: HDMS HVIDBJØRNEN LEGGUR AT Á DRELNESI
Nógv virksemi er á Tvøroyrar havn og onkuntíð stingur okkurt seg brádliga upp, ið ikki var væntað tá tiltøk verða løgd til rættis.
Av tí at eitt stórt farmaskip er ávegis og skal taka farm umborð í vikuskiftinum, so leggur HDMS Hvidbjørnen í staðin at yviri á Drelnesi.
Tað vil siga, at lýsti tunnuslátturin verður, sum áður lýst, sunnudagin 22. februar millum kl 13-15. Einasta broytingin er, at skipið ikki liggur við djúphavnina í miðbýnum, men yviri á Drelnesi.
Vit vóna at síggja eina rúgvu av glaðum, grýluklæddum børnum sunnudagin.