6. februar 2026
DAGFØRING TÓRSDAGIN 12/2-2026 - TUNNUSLÁTTURIN ÚTSETTUR
Í morgun fingu vit boð frá Arktisk Kommando, at HDMS Hvidbjørnen tíverri brádliga noyddist at luttaka í øðrum uppgávum fyri donsku sjóverjuna.
Manningin harmast um at noyðast at broyta siðvenjuna, ið ikki minst manningin gongur høgt uppí. Tí verður arbeitt við at finna ein annan dag, har verjuskipið kann leggja at havnini á Tvøroyri.
So skjótt vit vita nærri, so verður kunnað um tað.
Tað vil siga, EINGIN tunnusláttur á Hvidbjørnen, nú sunnudagin 15. februar.