Dagføring viðvíkjandi vegarbeiðinum undir Heygnum og asfaltering av landsvegastrekki í Froðba

Dagføring viðvíkjandi vegarbeiðinum undir Heygnum og asfaltering av landsvegastrekki í Froðba

24. februar 2026
DAGFØRING FRÍGGJADAGIN 27/2 - KOYRANDI Í VIKUSKIFTINUM
Niðanfyristandandi lýsta vegastrekkið, verður latið upp fyri ferðslu í dag frá kl. 16:00 til mánadagin 2. mars kl. 08:00. GG! Vegarbeiði hevur verið seinastu dagarnir og tí er undirlagið ikki tað besta at koyra á í støðum. Heitt verður tí á bilførarar, um at koyra eftir umstøðunum.
Tekniska deild

 

----------------------------------------------------------------------------------------------

 

Dagføring viðvíkjandi vegarbeiðinum undir Heygnum og asfaltering av landsvegastrekki í Froðba 

 

Av tí, at partur av landsvegnum í Froðba skal asfalterast ónsdagin tann 25/2, verður áðurnevnda vegastrekki undir Heygnum opið aftur fyri vanligari ferðslu. Hetta er tó bert galdandi ónsdagin, ímeðan asfalteringsarbeiðið, sum fer at taka allan dagin, fer fram.

Í hesum sambandi verður ein partur av Froðbiarvegnum samstundis stongdur fyri allari ferðslu ónsdagin, bæði fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu og fyri bilar hjá teimum, sum búgva og virka í økinum, sum er avmerkt á kortinum. Tí verða tey, sum búgva í økinum og skulu brúka bil sín tann dagin, biðin um at seta bilin uttanfyri avmerkta økið. Víst verður til parkeringsøkið omanfyri kirkjugarðin undir Akurgerði og framvið Heiðavegnum. Atgongdin til tyrlupallin verður tó ikki tarnað stórvegis, og verður atlit tikið fyri ferðaætlanini hjá tyrluni og sjúkraflutningi, um tað gerst neyðugt.

 

Tekniska deild