8. oktober 2025
ÁHUGAVERT TILTAK Á SEGLLOFTINUM, Í KOMANDI VIKU
Fíggingarmøguleikar til fyritøkur
Útnorðurgrunnurin hevur til endamáls at stuðla undir vinnuliga menning, við at veita fígging til smáar og miðalstórar fyritøkur í Føroyum og Grønlandi.
Til dømis kann fígging veitast fyritøkum í sambandi við keyp av bygningum, maskinum, bátum og í sambandi við
ættarliðsskifti.
Ónsdagin 15. oktober 2025 kl. 17.00 fer Útnorðurgrunnurin at greiða frá um lánimøguleikar á Seglloftinum.
So hevur tú brúk fyri fígging í næstum, ella bert áhugaður í at hoyra meira um møguleikar fyri tína fyritøku, so legg leiðina framvið Seglloftið á Tvøroyri 15. oktober.