FÓLKATINGSVALIÐ 24. MARS 2026

FÓLKATINGSVALIÐ 24. MARS 2026

26. februar 2026

FÓLKATINGSVALIÐ 24. MARS 2026

Fólkatingsval er útskrivað og í Føroyum verður valið týsdagin 24. mars, 2026.

VALSTAÐUR
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági, týsdagin 24. mars 2026, frá kl. 09:00 til 20:00 og valkort verða send veljarunum frammanundan.

BRÆVATKVØÐA UNDAN VALINUM
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu til fólkatingsvalið, er leygardagin 21. mars, 2026, ml. kl. 13:00-15:00. Minnist til at hava valkortið við, tá brævatkvøtt verður.

BRÆVATKVØÐA HEIMA
Tey, ið vegna sjúku, ella líknandi, ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga kommunuskrivstovuni frá á tlf. 611085 í seinasta lagi 20. mars 2026 kl. 13.00. 
Minnist til at hava valkortið klárt, um valt verður heima.

ÚTISETAR Í ÚTBÚGVINGARØRINDUM
Føroyingar í útbúgvingarørindum uttan fyri danska ríkið kunnu søkja um at koma á vallista til fólkatingsvalið. Umsóknin skal sendast sum teldupostur til: tvoroyri@tvoroyri.fo Í umsóknini skal vera upplýst fult navn og føðingardagur, og lestrarváttan skal vera hjáløgd. Kommunuskrivstovan sendir umsóknina saman við eini bústaðarváttan til Ríkisumboðið til støðutakan, sum síðan boðar kommununi og Fólkayvirlitinum frá um viðkomandi skal setast á vallistan. Avgerðin um koma á vallistan skal vera tikin í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars. 2026. Tískil er tað av stórum týdningi, at umsóknin verður send í góðari tíð, so hon nær at verða viðgjørd av øllum myndugleikum. Kommunuskrivstovan er opin gerandisdagar frá 09:00 – 15:00.


BIL TIL VALIÐ
Um onkur ynskir bil á valstaðið, kann ringjast til ein av hýruvognunum í kommununi.

SOLEIÐIS ER SKRIVSTOVAN OPIN UNDAN FÓLKATINGSVALINUM
Gerandisdagar frá 09:00-15:00.

EYKA OPIÐ:

Leygardagin 14. mars millum kl. 15:00 – 17:00
Leygardagin 21. mars millum kl. 13:00 – 15:00



Valnevndin