Ítróttarhøllin í Trongisvági opin fyri foreldrum og smábørnum í summar 12. juli - 3. august.
Í sambandi við at barnagarðurin hevur summarfrí og er stongdur í tríggjar vikur, hevur Tvøroyrar kommuna avgjørt – sum eina roynd – at hava ítróttarhøllina í Trongisvági opna fyri foreldrum og børnum niðanfyri skúlaaldur.
Endamálið er at bjóða eitt trygt og hugnaligt stað til spæl og samveru, serliga tá veðrið er grátt og vátt. Talan er eitt óformligt tilboð, har familjur kunnu koma og njóta løturnar saman.
Tíðir og dagsetningar:
Gerandisdagar: kl. 10.00 – 16.00
Vikuskiftir: kl. 14.00 – 18.00
Tiltakið byrjar leygardagin 12. juli og endar sunnudagin 3. august
Viðmerking:
Tað kann koma fyri, at høllin er upptikin til onnur tiltøk, og verður tá ikki opið til hetta endamálið.
Treytir:
-Tvøroyrar kommuna skipar ikki fyri barnaansing í høllini.
-Foreldur hava sjálvi fulla ábyrgd av børnum og skulu verða tilstaðar í høllini saman við børnunum.
-Kommunan letur høllina upp, men skipar ikki fyri nøkrum tiltøkum.
-Børn kunnu hava sín egna bólt við, og skulu verða í innandurða skógvum.
-Ikki er loyvt at hava súkklu, rennifjøl, rulluskoytur ella líknandi leikur inni í høllini.
-Matpakki og drekka kunnu takast við, men skulu njótast á serliga ávístum staði í høllini.
Okur vóna, at tilboðið verður væl móttikið, og at tað kann skapa góðar løtur millum børn og foreldur – kanska vera grundarlag fyri fleiri líknandi tiltøk í framtíðini.
Broytingar kunna henda, og verða lýstar her á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu.
Tvøroyrar kommuna