Ítróttarhøllin í Trongisvági opin millum jól og nýggjár – eitt tilboð til børn og foreldur

29. desember 2025

Tvøroyrar kommuna hevur avgjørt at lata Ítróttarhøllina í Trongisvági upp millum jól og nýggjár sum eitt óformligt tilboð til familjur við børnum.

Endamálið er at bjóða eitt trygt og hugnaligt stað til spæl og samveru innandura, serliga tá veðrið er grátt og vátt.

Opið er:

Mánadagin 29. desember kl. 10.00–16.00
Týsdagin 30. desember kl. 10.00–16.00
Ónsdagin 31. desember kl. 10.00–16.00
Tórsdagin 1. januar kl. 10.00–16.00 (Stongt)

Tvøroyrar kommuna skipar ikki fyri barnaansing í høllini– og vænta verður, at foreldur eru til staðar og hava ábyrgd av børnunum.

Børn kunnu hava sín egna bólt við og skulu vera í innandurða skógvum.
Ikki er loyvt at hava súkklu, rennifjøl, rulluskoytur ella líknandi inni í høllini.

Matpakki og drekka kunnu takast við, men skulu njótast á serliga ávístum staði í høllini.

Broytingar kunnu henda, og verða kunngjørdar her á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu.

Tiltakið verður at fara fram í samráð við hallarvørðin Kim Thomasen, sum kann røkkast á tlf. 227450.

Tvøroyrar kommuna