25. november 2025
Á
Tvøroyri er sera nógv á skránni fram til ársenda, og vit hava savnað saman alt, ið vit hava fingið fatur á av tiltøkum og jólatiltøkum.
JÓL HJÁ THOMSEN
Uppliva jól sum í gomlum døgum í søguligu bygningunum hjá Thomsen. Framsýningar og tiltøk vera í Faktorhúsunum, Thomsens garði, Krambúðini hjá Thomsen, Gl. Doktarahúsinum og Gestastovuni. Í samband við «Jól hjá Thomsen» vera eisini nøkur tiltøk í Pakkhús 5 hjá Dugna og í kirkjuni.
HANDLARNIR EISINI VIÐ
Aftast í hesum yvirlitinum eru upplatingartíðirnar hjá handlunum á Tvøroyri fram til og við 1. januar 2026.
Um so er at okkurt er skeivt ella ikki komið við, so eru fólk vælkomin at senda teldupost til bn@tvoroyri.fo .