30. september 2025
KIRKJURÁÐSVAL Í TVØROYRAR KOMMUNU 4. NOVEMBER 2025
Valrætt á kirkjuráðsvali hevur hvør tann, sum er kirkjufólk og:
• er fyltur 18 ár í seinasta lagi valdagin
• stendur á vallistanum í avvarðandi kirkjusókn í seinasta lagi seinasta týsdag í oktober.
• Kirkjufólk, sum ikki hevur ríkisborgararætt í landinum, men sum annars lýkur omanfyri nevndu treytir, kemur á vallista tá viðkomandi hevur búð í Føroyum í eitt ár.
Tá valevnislistarnir eru góðkendir og í seinasta lagi tvær vikur undan valinum, fáa teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kirkjusóknini, valkort við postinum.
Tey, sum meta, at tey áttu at havt fingið valkort, eins og tey, ið halda seg hava fingið valkort av órøttum ella við skeivum upplýsingum, skulu gera vart við seg hjá valstýrinum í kirkjusóknini.
Valstýrið kann rætta í vallistanum fram til og við valdagin.
ATKVØÐUGREIÐSLA VIÐ BRÆVI
Sjófólk og onnur, sum ikki eru heima valdagin, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 5 vikur undan valdegnum - t.e. 30 september. Atkvøtt verður í vanligari skrivstovutíð, gerandisdagar 9:00 – 15:00, á kommunuskrivstovuni hjá Tvøroyrar kommunu, Tvørávegur 37 .
Veljari, sum er í landinum, kann í fyrsta lagi atkvøða við brævi eina viku undan valinum - t.e. 28. oktober.
Atkvøðugreiðsla við brævi kann í seinast lagi fara fram dagin fyri valdagin, og atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar.
Lýst verður á heimasíðuni hjá kommununi tá vallistarnir eru komnir, og tá atkvøðast kann við brævi.
VELJARAR IÐ IKKI KUNNU MØTA Á VALSTAÐNUM
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 611085, í seinasta lagi mánadagin 3. november, 2025, kl 12.00
Dagny Fonsdal Højgaard, Traðarvegur 47, Tvøroyri
Heidi Bech, Fornarætt 11, Trongisvágur
Hans Helgi Strøm, Traðarvegur 194, Trongisvágur
Jensia Olsen, Brekkugil 4, Trongisvágur
Joan Michelsen, Froðbiarvegur 50, Froðba
Jórun P. Midjord, Sjógøta 47, Tvøroyri
Kari Joensen, við Sílá 18, Tvøroyri
Ragnar Groth Mortensen, Ovari vegur 10, Tvøroyri
Rógvi Thorsteinsson, Heiðatrøðin 9, Tvøroyri
Súsanna Kristina Mortensen, Ovari Vegur 21, Tvøroyri
Tórun Beck, Spógvavegur 4, Tvøroyri