LESANDI ÚTISETAR OG LØGTINGSVALIÐ – SØKIÐ UM AT SLEPPA AT VELJA Í SEINASTA LAGI 5. MARS
Nú ber til, sum lesandi uttanlands, at søkja um at sleppa á veljaralistan til Løgtingsvalið, talgilt. Tvøroyrar kommuna er ein av kommununum, ið nýtir nýggju loysnina frá Talgildu Føroyum, har ein kann fara inn gjøgnum Vangan og avgreiða sína umsókn um at sleppa á veljaralistan har.
Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn 8 ár. Tú skalt tó søkja um at sleppa at velja í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur.
STUTT FREIST – TÒRSDAGIN 5. MARS
Valið varð kunngjørt heldur knappliga og tað førir við sær, at freistin at søkja um at sleppa á veljaralistan er heldur stutt, tí søkjast skal í seinasta lagi 21 dagar áðrenn sjálvan valdagin.
Freistin at søkja er tí tórsdagin 5. mars og má umsóknin verða Tvøroyrar kommunu í hendi áðrenn afturlatingartíð, kl. 15:00. Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um at sleppa at velja. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.
Roynið henda nýggja, lætta møguleikan at skráseta tykkum sum veljarar til løgtingsvalið. Farið inn á Vangan, veljið Tvøroyrar kommuna og ”atkvøðurætt til Løgtingsval” og fylgið síðan ávísingunum.
Nærri kunning um atkvøðugreiðslu áðrenn valdagin Greið atkvøðu áðrenn valdagin
Lógin um val til løgtingið Lógasavn
ATKVØÐUGREIÐSLA Í ÚTLONDUM
Ert tú uttanlands, og fært tú ikki verið heima á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er undir vanligum umstøðum kommunuskrivstovan.