LØGTINGSVALIÐ 26. MARS 2026

LØGTINGSVALIÐ 26. MARS 2026

26. februar 2026

LØGTINGSVALIÐ 26. MARS 2026

Løgtingsval er útskrivað og verður tað tórsdagin 26. mars 2026.

 

VALSTAÐUR
Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 10:00 til 20:00.

 

VALKORT TIL LØGTINGSVALIÐ
Valkort til løgtingsvalið 26. mars verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Er onkur, ið ikki hevur fingið valkort, ella hevur fingið valkort, har villur eru á, verður heitt á viðkomandi um at venda sær til býráðsskrivstovuna sum skjótast.
Skrivstovan á Tvørávegi 37 er opin gerandisdagar frá 10:00 – 15:00. Ringjast kann á 611085 og eisini kann teldupostur sendast til
tvoroyri@tvoroyri.fo

 

BRÆVATKVØÐUGREIÐSLA TIL LØGTINGSVALIÐ – SEINASTA FREIST 25. MARS
Sjófólk og tey, ið ikki meta seg verða heima á valdegnum, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir undan valdegnum(26. november 25) og fram til 25. mars, 2026, kl. 15:00. Er ynski at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni, skal hetta gerast í vanligari upplatingartíð frá 09:00 – 15:00. Minnist til at hava valkortið við, tá brævatkvøtt verður.


BRÆVATKVØÐUR TIL AÐRAR KOMMUNUR Í FØROYUM
Til ber hjá borgarum úr øðrum kommunum, at greiða atkvøðu á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri. Gev tó gætur, at brævatkvøðan skal verða komin fram til valstaðið í tíni kommunu, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar kl. 09:00 á valdegnum. Brævatkvøðurnar til aðrar kommunur verða sendar við Posta, verð tí í góðari tíð at atkvøða. Minnist til at hava valkortið við, tá brævatkvøtt verður.

Brævatkvøður skulu vera valstýrinum í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 26. mars 2026.

ATKVØÐUGREIÐSLA HEIMA
Tey, ið vegna sjúku, ella líknandi, ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu siga kommunuskrivstovuni frá á tlf. 611085 í seinasta lagi 25. mars 2026 kl. 13.00. Minnist til at hava valkortið klárt, um valt verður heima.

BIL TIL VALIÐ
Um onkur ynskir bil á valstaðið, kann ringjast til ein av hýruvognunum í kommununi.

SOLEIÐIS ER SKRIVSTOVAN OPIN UNDAN LØGTINGSVALINUM
Gerandisdagar frá 09:00-15:00.

EYKA OPIÐ:

Leygardagin 14. mars millum kl. 15:00 – 17:00
Leygardagin 21. mars millum kl. 15:00 – 17:00


Valnevndin