MENTANARNÁTTIN VERÐUR FRÍGGJADAGIN 29. MAI

MENTANARNÁTTIN VERÐUR FRÍGGJADAGIN 29. MAI

17. februar 2026

MENTANARNÁTTIN VERÐUR FRÍGGJADAGIN 29. MAI
Árliga Mentanarnáttin á Tvøroyri verður í ár fríggjadagin hin 29. mai.
Vanliga hevur dagurin, kvøldið og náttin eina ørgrynnu av tiltøkum at bjóða teimum vitjandi og í ár verður sanniliga einki undantak.

VILT TÚ VERA VIÐ?
Um tú, tín fyritøka, stovnur ella líknandi, hevur hug til at vera við á Mentanarnáttini við onkrum tiltaki, so ber til at senda teldupost á bn@tvoroyri.fo, ella at ringja á tlf. 214614 og boða frá hvat tú ynskir at luttaka við.

TILMELDINGARFREIST
Seinasta freist at boða frá luttøku, er fríggjadagin 1. mai kl. 15:00.