Altíð er tað ein fragd fyri eyga og nemur hjartað at síggja Merkið veitra yvir nýggj sethús. Hetta er ein sjáldsom sjón her um leiðir – men hetta ber boð um vón, treysti og trúgv á framtíðina, tá ungfólk velja at seta búgv og byggja sær heim í nærumhvørvinum.
Tvøroyrar kommuna fegnast um hesa framgongd og ynskir Sólvu og Andras hjartaliga tillukku og alt tað besta við nýggja sethúsinum í Brekkulág 19 í Trongisvági – Somuleiðis verður ynskt øllum borgarum, ið velja at seta búgv í Tvøroyrar kommunu, hjartaliga vælkomin.
Tvøroyrar kommuna
6. august 2025