NÓGVUR VINDUR Í VÆNTU Í VIKUSKIFTINUM

NÓGVUR VINDUR Í VÆNTU Í VIKUSKIFTINUM

20. mars 2026

NÓGVUR VINDUR Í VÆNTU Í VIKUSKIFTINUM

Veðurstovurnar boða frá nógvum vindi um vikuskiftið. Veðurstova Føroya sigur, at dagurin í dag, fríggjadagur 20. mars, verður so nøkunlunda, men leygardagin veksur vindurin út á seinnapartin upp til skrið, 13 til 18 m/s. Sunnudagin veksur vindurin upp í skrið ella storm av útsynningi, 18-23 m/s.

 

ÁHEITAN NÚ VAL VERÐA OG PLAKATIR OG SKELTIR ERU SETT UPP

18-23 m/s ljóðar kanska ikki av miklum, men sambært Veðurstovuni, so kunnu hvirlurnar lættliga fara yvir 30 m/s. Nógvar plakatir hanga uppi og nógv skeltir eru sett upp, ymsastaðni í kommununi, og longu nú hanga summar plakatir og sveiggja í vindinum.

Heitt verður tí á tey, ið hava hongt plakatir og skeltir upp, um at hyggja til hesi og tryggja at alt er í forsvarligum standi. Leysar plátur kunnu gera stóran skaða í vindinum.

 

Fylgjast kann við veðrinum her https://www.vedur.fo/fo

 

Átaksleiðarin