Tvøroyrar býráð hevur 29. januar 2026 samtykt nýggja vegleiðing um arbeiði, sum kunnu gerast uttan byggiloyvi.
Samtyktin er grundað á ásetingarnar í BK17, har tað framgongur, at bygging sum meginregla krevur skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum. Kommunan hevur nú ásett nærri reglur fyri ávís smærri arbeiði, sum kunnu fremjast uttan byggiloyvi, treytað av at galdandi reglur verða yvirhildnar .
Fullfíggjað yvirlit yvir arbeiði, sum ikki krevja byggiloyvi, er at finna á heimasíðuni hjá kommununi:
Bygging sum ikki krevur byggiloyvi
Tað verður serliga undirstrikað, at listin ikki broytir galdandi økisásetingar, byggisamtyktir ella aðrar treytir. Allar ásetingar í byggisamtyktum, skeytum og BK17 skulu framvegis yvirhaldast – herundir eisini reglur um fríøki. Hetta merkir, at einki framvegis má byggjast í fríøki, hóast arbeiðið annars er umfatað av vegleiðingini.
Somuleiðis skal fráboðast á kommunuskrivstovuni um ætlaða bygging sambært vegleiðingini .
Eru ivamál, verður mælt til at seta seg í samband við kommunala byggimyndugleikan, áðrenn arbeiðið verður sett í verk.