Tvøroyrar kommuna ynskir nýggju tænastuni hjartaliga vælkomnari og fegnast um, at tað nú verður lættari hjá borgarum í Suðuroynni at fáa atgongd til sálarfrøðiliga hjálp.
Talan er um eina royndarskipan, sum inniber, at sálarfrøðingar regluliga fara til Suðuroyar at hava viðtalur við borgarar, sum hava fingið ávísing frá sínum kommunulækna. Hetta er eitt týdningarmikið stig, sum ger tað nærri og lættari hjá suðuroyingum at fáa ta hjálp, teimum tørvar, uttan at noyðast av oynni.
Tvøroyrar kommuna hevur í hesum sambandi latið hølir til tænastuna á Sjógøtu 23 á Tvøroyri. Kommunan hevur harumframt dagført hølini til endamálið, soleiðis at karmarnir eru góðir og hóskandi til virksemið.
Skipanin virkar á sama hátt sum í restini av landinum. Borgarin vendir sær til sín kommunulækna og kann fáa ávísing til sálarfrøðiliga hjálp, um ávísar treytir eru loknar. Hetta fevnir bæði um skipanina fyri ung millum 15 og 25 ár, sum kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, og um almennu skipanina, har borgarin sjálvur rindar ein part av kostnaðinum.
Heilsutrygd hevur gjørt avtalu við hesar sálarfrøðingar um at veita tænastuna í Suðuroy:
Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur
Tel. +298 216608
annadebeshentze@gmail.com
Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur
Tel. +298 279991
thorvaldpsykolog@gmail.com
Tá sálarfrøðingarnir arbeiða í Suðuroy, halda teir til á Sjógøtu 23 á Tvøroyri.
Tvøroyrar kommuna fegnast um at kunna vera við til at skapa góðar karmar um eina tænastu, sum hevur stóran týdning fyri trivnað og heilsu hjá borgarunum. Tað er gleðiligt, at henda skipan nú er farin at virka, og at borgarar í Suðuroynni fáa lættari atgongd til sálarfrøðiliga hjálp nærri heiminum.