Skattalistin 2024 tøkur

Skattalistin 2024 tøkur

6. november 2025

Skattalistin 2024 tøkur

Vísandi til Løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 193 frá 21. desember 2018, liggur skattalistin 2024 fyri Tvøroyrar kommunu frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá fríggjadegnum 7. november til og við fríggjadagin 21. november 2025.

Skattalistin liggur frammi til alment eftirlit í 11 yrkadagar, við upplýsingum um skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi – bæði einstaklingum og fyritøkum – Skattgjaldarin hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíkningin hjá sær sjálvum ella øðrum skattaborgara er røtt.

Býráðsskrivstovan er opin:
Mánadag – fríggjadag kl. 9.00-15.00