SPÆLIPLÁSSIÐ Í FROÐBA ALMENT TIKIÐ Í NÝTSLU

SPÆLIPLÁSSIÐ Í FROÐBA ALMENT TIKIÐ Í NÝTSLU

16. oktober 2025

SPÆLIPLÁSSIÐ Í FROÐBA ALMENT TIKIÐ Í NÝTSLU FRÍGGJADAGIN 17. OKTOBER

Í morgin, fríggjadagin 17. oktober kl. 16:00, verður spæliplássið í Froðba alment tikið í nýtslu.

Eyð Eidesgaard, forkvinna í Trivnaðar- og Umhvørvisnevnd Tvøroyrar býráðs, bjóðar vælkomin og froðbingurin, Eyðun Nolsøe, syngur nøkur løg fyri børnunum. Tvøroyrar kommuna hevur bílagt køkumann frá Breyðkassanum og afturvið verður Mist.

Øll eru hjartaliga vælkomin.