Starvsfólk til Teknisku Deild
Tvøroyrar kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum M/K til Teknisku Deild.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
• røkt og viðlíkahald av øllum ognum hjá Tvøroyrar kommunu
• arbeiði við vegum, bygningum, kloakk- og vatnkervi, fríðkan av økjum, reinhaldi o.a.
• aðrar fyrifallandi uppgávur eftir tørvi
Tú verður at vísa til arbeiðsformannin. Tú mást tola at skifta millum virkisøkir og átaka tær ymiskar uppgávur, tá serligur tørvur er á hesum, herímillum úrtíðararbeiði.
Førleikakrøv
Væntað verður, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir innan anleggsarbeiði.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handverksvinnuna, t.d. betong- ella timburarbeiði, men tað er ikki ein treyt at hava sveinabræv.
Sum persónur ert tú forvitin, ágrýtin og samstarvssinnaður. Tú tekur ábyrgd, arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, og tú ert fyrikomandi og arbeiðssamur – ein liðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til starvsplássið.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er tímalønt, 40 tímar um vikuna, og verður lønt og sett sambært fastlønarsáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.
Møtistaðið er verkstaðurin hjá Teknisku deild á Hvítanesi, tó kann hetta broytast eftir tørvi.
Tú verður partur av tekniska toyminum, sum telur 14 starvsfólk, harav 2 starvast á grøna økinum og 3 starvast í umsitingini.
Størvini verða at seta 1. desember 2025 ella eftir nærri avtalu. (Fyrstu tríggir mánaðirnir eru royndartíð)
Nærri fæst at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Jón Michael Borgardal, arbeiðsformann, ella Georg Müller, leiðara av Teknisku deild, á telefon 611085 gerandisdagar kl. 08.00–16.00.
Umsókn
Send umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum við upplýsingum um arbeiðsroyndir umvegis leinkjuna niðanfyri.
>>>Leinkja til umsókn er starvið 👉 HER
(Sambært løgtingslóg hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útvega sær barnaváttan, áðrenn viðkomandi verður settur í starv.)
Allar umsóknir skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. november 2025 kl. 12.00. (Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði)
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran umsøkjara, og – um neyðugt – at lýsa størvini leys av nýggjum.
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og har búgva umleið 1.775 fólk. Kommunan hevur umleið 120 starvsfólk, og í umsitingini starvast 11 fólk.
Meira fæst at vita um kommununa á: www.tvk.fo