Tá starvsfólk velja at vera verandi í 15, 20, 30 – ja, heilt upp í 35 ár – er tað eitt sterkt prógv um, at Tvøroyrar kommuna er eitt gott starvsstað. Eitt stað, har fólk trívast, kenna ábyrgd og tryggleika, samstundis sum tey verða vird og finna meining í starvinum. Hetta ber eisini prógv um góðar starvsfelagar, samhaldið í gerandisdegnum og eina góða mentan millum starvsfólkini.
Tvøroyrar kommuna er takksom fyri at kunna heiðra starvsfólk, sum hava sett síni fingramerki á kommununa – fyri teirra trúfesti, støðufesti og dygd, sum kemur øllum borgarum til góðar.
Hesi eru livandi prógvið um, at góð starvsfólk og góðir starvsfelagar skapa eitt sterkt og gott starvsstað.
6. desember 2025 vóru hesi heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu:
15 ára starvsfólkadag:
Marina Popovic
Estrid Kristensen
Elin Nólsøe (Diana Nólsøe, tók móti heiðursgávuni vegna Elin, sum hevði forfall)
20 ára starvsfólkadag:
Anna Mia Johannesen
Majken Josveinsdóttir
30 ára starvsfólkadag:
Jennie Debes
35 ára starvsfólkadag:
Mikkalina Simonsen
Tvøroyrar kommuna
17. desember 2025