25. desember 2025

Tvøroyrar kommuna søkir eftir lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. februar 2026, ella skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

  • At arbeiða sum lívbjargari í vaktarskipan (arbeiða 1 viku frí í 2 vikur)
  • At virka fyri, at trygdin verður hildin í svimjihøllini
  • At virka fyri, at reinførisreglur verða hildnar
  • At rudda høll, brúsudeildir v.m.

Aðrar uppgávur kunnu vera

  • At samstarva um nýggj hugskot til frama fyri brúkarar
  • At taka lut í ymiskum røktararbeiði av svimjuhylinum

Førleikar

  • Hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga
    (Lívbjargaraskeið kann takast eftirfylgjandi og verður fyriskipað og goldið av kommununi. Ætlanin er at hava lívbjargaraskeið í aðru viku í januar 2026 í svimjihylinum í Tvøroyrar skúla)
  • Hevur góðar samstarvsevnir
  • Er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
  • Hevur áhuga og hugsjónir innan svimjing
  • Hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)

Tú kemur at starvast saman við einum av verandi royndu lívbargarum tær fyrstu vikurnar.

Setanar- og lønarviðurskifti

  • Arbeitt verður í einari skiftisskipan, har tríggir lívbjargarar skiftast um at arbeiða eina viku í part og hava frí tvær vikur (Harumframt er eitt reingerðarfólk knýtt at svimjihøllini)
  • Arbeitt er niðursetta tíð svarandi til 0,15 starv
  • Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 2, svarandi til eina løn á beint yvir kr. 4.000,- um mánaðin, umframt eftirløn, fyri arbeiði í eina viku og frí í tvær vikur, samsvarandi opningartíðunum í svimjihylinum

Tilvísing er til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu.

Áhugaði eru vælkomin at ringja til umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu fyri at hoyra nærri um starvið á tlf. 611085, ella tosa við ein av virkandi lívbargarunum.

Umsókn saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. Januar 2026 kl. 12.00.
(Samb. lóg verður Tvøroyrar kommuna at útvegar barnaváttan, áðrenn setanin kann fremjast endaliga.)


Um svimjihylin

Svimjihylurin er vanliga opin hesar tíðir (broytingar kunnu tó henda):

  • Týsdag: 16.00 – 19.00 (3 tímar)
  • Tórsdag: 16.00 – 19.00 (3 tímar)
  • Fríggjadag: 17.00 – 20.00 (3 tímar)
  • Leygardag: 13.00 – 17.00 (4 tímar)
  • Sunnudag: 08.30 – 10.30 (2 tímar)

Søk starvið her: >>>SØK

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og – um neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.