Áheitan til landsins myndugleikar um álvarsomu støðuna á Suðuroyarleiðini
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommuna vil við hesum gera vart við ta álvarsomu støðu og tað afturstig, sum øll Suðuroyggin – suðuroyingar, vinnan, ítrótturin og tænastur, sum virka og búgva her suðuri – eru sett í, nú Galaxy verður at avloysa Smyril í heilar 10 vikur.
Landsins myndugleikar hava havt góða tíð at finna eitt hóskiligt avloysaraskip fyri Smyril, men kortini hava teir enn einaferð valt at seta inn eitt skip, sum er bæði minni og seinni enn Smyril. Hetta kann ikki góðtakast og verður staðiliga átala.
Innsetanin av Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril setur Suðuroy aftur til eitt ferðslu- og samferðslustig, sum minnir um 1970’ini – og sum als ikki svarar til tørvin í dag. Suðuroyingar verða í verki gjørdir til gíslar í egnum landi, avbyrgdir og skerdir í møguleikum at kunna luttaka javnbjóðis við aðrar føroyingar í øllum virksemi og tænastum, sum annars eru atkomulig í hesum landi.
Støðulýsing og trupulleikar:
Tað er ein skerjing av grundleggjandi rættindum hjá suðuroyingum ikki at hava álítandi, tíðarhóskandi og virðiliga samferðslu við miðstaðarøkið.
Fakta og fyrireiking:
Dokking av Smyril er fyrireikað fleiri ár frammanundan, og tí eigur tað at verða sjálvsagt, at eitt skip á javnbjóðis støði við Smyril verður sett inn sum avloysari. Kortini velur landið at leiga eitt skip, sum er munandi minni og seinni – og sum als ikki nøktar tørvin. Støðan er ikki minni hugstoytt, tá tað í 2024 stóð landinum í boði at keypa sponsku ferjuna Volcán de Taburiente til Suðuroyarleiðina – eitt skip á sama støði sum Smyril – men landið valdi ikki at taka av tí møguleikanum.
Krav frá okkum:
Okur krevja, at landsins leiðsla tekur ábyrgd og tryggjar Suðuroynni eina samferðslu, sum svarar til tørvin í dag – við áheitan um, at hetta er seinastu ferð at eitt minni skip enn Smyril avloysir, tá Smyril skal í dokk. -Okur síggja longu nú -áðrenn Galaxy er byrjaður at sigla- óhepnu avleiðingarnar av støðuni, har ferðaseðlar eru útseldur 14 dagar fram á fleiri fráferðum.
Tvøroyri Kommuna