Svimjihylurin í Tvøroyrar skúla verður stongdur fyri allari almennari svimjing í viku 26, 27 og 28, tað vil siga frá 23. juni til og við 14. juli 2025.
Orsøkin er, at starvsfólk eru í summarfrí, og at høvuðsreingerð verður framd í hylinum í hesum tíðarskeiði.
Vit vóna at borgarar vísa tolsemi og skilja týdningin av neyðugum viðlíkahaldi og reinføri.
Svimjihylurin letur upp aftur sum vanligt mánadagin 15. juli.
Við ynski um eina góða summarferiu.
Tvøroyrar Kommuna
17. juni 2025