Tvøroyrar kommuna søkir eftir fíggjarleiðara

29. september 2025

Fíggjarleiðari

Tvøroyrar kommuna søkir eftir fíggjarleiðara

Tvøroyrar kommuna leitar nú eftir nýggjum fíggjarleiðara, vegna at núverandi fíggjarleiðari gevst fyri aldur. Starvið er eitt týdningarmikið leiðarastarv í kommununi, har tú verður ábyrgdarhavandi fyri fíggjardeildini og partur av leiðslutoyminum.

Arbeiðsøki og ábyrgd

  • at fyrireika og leggja fram fíggjarætlan, roknskap og langtíðarætlanir

  • at ráðgeva borgarstjóra, kommunustjóra og politisku nevndirnar í fíggjarligum viðurskiftum

  • at tryggja góða fíggjarstýring, eftirlit og greiningar

  • at menna og dagføra fíggjarskipanir og mannagongdir

  • at hava leiðsluábyrgd fyri starvsfólkum í fíggjardeildini

Førleikar og royndir

  • útbúgving innan roknskap, búskap ella fíggjarstýring

  • royndir við fíggjarligari umsiting, serliga innan almenna geiran, verða mettar sum fyrimunur

  • leiðsluroyndir og góð evni at skapa samstarv og álít

  • telduførleiki; kunnleiki til Navision og journalskipanir er ein fyrimunur

Persónligar dygdir
Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og framsíggin, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað, og hevur evni at samskifta greiðliga við bæði starvsfólk, politikarar og borgarar.

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini kommunu í menning

  • góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning

  • løn og treytir sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfeløg

Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. oktober 2025, kl. 12.00.

Til møguliga setanarsamrøðu kann verða biðið um revsiváttan og barnaváttan.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og – um mett verður neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.

👉 Søk starvið her

Um Tvøroyrar kommunu
Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1.760 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: www.tvk.fo