29. september 2025

Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum starvsfólki til kunningar- og móttøkudepilin hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv (40 tímar um vikuna).

Um starvið

Starvsstaðið verður á kunningar- og tænastudeplinum hjá Tvøroyrar kommunu á Tvørávegi 37. Viðkomandi skal tola, at starvsstaðið kann verða flutt, og at arbeiðstíðin í hásesong, og tá serlig tiltøk eru á skrá kann liggja uttan fyri vanliga avgreiðslutíðir.

Tú verður partur av kunningar- og móttøku-toyminum hjá Tvøroyrar kommunu, sum er partur av fyrisitingini.

Arbeiðsøkið hjá toyminum fevnir m.a. um:

  • at avgreiða telefon og post
  • at taka ímóti og vegleiða borgarum og ferðafólkum
  • at avgreiða borgaratænastur, eitt nú fólkayvirlitið
  • at røkja móttøkuna og skipa fyri almennari kunning
  • at røkja og kunna um viðurskiftir á heimasíðuni og øðrum miðlum
  • at røkja ferðavinnu og menna ferðavinnuátøk
  • at fyriskipa tiltøkum í kommununi
  • at halda fundarrúm og samskipa fundir
  • at miðla og útleigan av kamping- og tjaldingarøki
  • at miðla og samskipa útleigan av hølum, hallum og vallum
  • at arbeiða við integratión og samskipa integratiónsmál

Førleikar og royndir

Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • hevur royndir frá líknandi starvið kann verða fyrimunir, men ikki nøkur treyt.
  • hevur góð evni at samskifta bæði skrivliga og munnliga
  • ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir at arbeiða við ymiskum fólki
  • ert skipað/ur, sjálvstøðug/ur og ábyrgdarfull/ur
  • hevur telduførleika og megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir
  • hevur áhuga fyri ferðavinnu og integratiónsmálum

 Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við borgarar, ferðafólk og starvsfólk í kommununi
  • at gerast partur av einum lítlum men dugnaligum toymi
  • arbeiði í livandi og mennandi umhvørvi
  • løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarðandi fakfelag

Umsókn

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. oktober 2025, kl. 12.00.

Til møguliga setanarsamrøðu kann verða biðið um revsiváttan og barnaváttan.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og – um mett verður neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.

👉 Søk starvið her


Um Tvøroyrar kommunu

Tvøroyrar kommuna fevnir um bygdirnar Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og búgva tað umleið 1.760 fólk í kommununi. Tvøroyrar kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu: www.tvk.fo