Tvøroyrar kommuna tryggjar djóralæknatænastu í Suðuroynni

Tvøroyrar kommuna tryggjar djóralæknatænastu í Suðuroynni

9. september 2025

Tvøroyrar kommuna í samstarvi við "Tín Djóralækna"

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Tín Djóralækni v. Karina Poulsdóttir Debes og Christian John-Pedersen um veitan av regluligum viðtalum í Suðuroynni.

Hetta merkir, at í nærmastu framtíð verður møguligt at fáa djóralæknahjálp á staðnum –í einum snotiligum og vælútgjørdum høli í nýggja tænastubygninginum á havnalagnum á Tvøroyri.

Tænastubygningurin kann nýtast til eina breiða røð av tiltøkum og tænastum – til gagns fyri bæði borgarar og vitjandi, og kemur Tín Djóralækni at hava viðtalu í bygninginum eftir tørvi, væntandi 1–2 dagar um mánaðin.

–Tvøroyrar kommuna sær hetta sum eitt veruligt framstig og ein týðandi liður í arbeiðinum at bøta um djóralæknatænasturnar í Suðuroynni. Við hesum sleppa djóravinir í Suðuroynni undan at taka ein heilan arbeiðsdag frí fyri at ferðast longu leiðina til miðstøðarøkið, um tørvur er á djóralækna viðtalu. 

Heilsukanningar, koppsetingar og minni skurðviðgerðir á staðnum

‍Tín Djóralækni er ein nýggj djóralæknafyritøka, sum veitir útikoyrandi tænastur. Tey bjóða bæði heimavitjanir, heilsukanningar, koppsetingar, medisinskar viðgerðir og minni kirurgiskar viðgerðir – so sum kastreringar og sterilisatiónir av kettum og hundum.

Samband við Tín Djóralækna

Hevur tú spurningar um viðtalu, viðgerðir, reseptir, prísir ella annað, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Tín Djóralækna. Tað er ókeypis at ringja ella skriva til teirra – og tey ráðgeva fegin:

📞 +298 354600
📧 info@tindjoralaekni.fo
🌐 www.tindjoralaekni.fo
🅕 Facebook: Tín Djóralækni

Tín Djóralækni lýsir í næstum, nær viðtala er á Tvøroyri...

Tvøroyrar kommunu fegnast um at kunna bjóða 
Tín Djóralækna vælkomnan til Tvøroyrar – og at bjóða borgarum og djórum í Suðuroynni eina nýggja tænastu. 


Mynd: Kristin Michelsen, borgarstjóri og Christian John-Pedersen, djóralækni framman fyri kommunuskrivstovuna á Tvøroyri.