Undir Heygnum stongt vegna kaðalgrevstur

Undir Heygnum stongt vegna kaðalgrevstur

2. juli 2025

Vegna kaðalgrevstur verður vegastrekkið undir Heygnum á Tvøroyri stongt fyri gjøgnumkoyring frá tórsmorgni 3. juli. Stongt verður dagliga frá kl. 08.00 til 17.00, og hetta heldur fram, so leingi sum arbeiðið varir. Talan er um økið, sum er víst við reyðum á viðlagda kortinum – frá Undir Heygnum 26 og til Café MorMor.

Vit heita á íbúgvar í økinum, sum verða ávirkaðir av vegastongslinum, um at parkera uttanfyri nevnda økið í hesum tíðarskeiði.

Tað verður framvegis møguligt hjá fólki at koma til gongu, og eisini ber til at røkka húsum og bygningum í økinum, men atlit má takast til, at arbeiði fer fram á staðnum.

Ferðandi við bili, sum hava ørindi í økinum, verða víst til aðrar farleiðir umvegis Froðba. Tung ferðsla verður víst til at brúka nýggja Heiðavegin.

Arbeiðið er væntandi liðugt innan 1–2 vikur.

Tekniska deild