1. Endamál
Tvøroyrar kommuna bjóðar hervið út reingerðartænastu (viðlíkahaldsreingerð) til eldri borgarar (67+) í egnum heimi. Endamálið er at fáa eitt ella fleiri reingerðarfeløg at veita tænastuna sambært treytum, dygdarkrøvum og skipanum hjá TvK.
2. Uppgávan – hvat veitarin skal veita
Talan er um viðlíkahaldsreingerð. Veitarin skal, sambært arbeiðsboðum/játtan fyri hvønn borgara, ið fær tilboð um ískoytið til reingerðartænastu sum meginregla útinna:
Støvsúgving (dustsúgving) av gólvum í teimum rúmum, ið eru umfatað av avtaluni
Vask av gólvum (har tað er ásett)
Vask/reinsan av vesi og baðirúmi (t.d. wc, vask, spegil og gólv)
Løtt reingerð av sjónligum flatum í nevndu rúmum (t.d. vask/borðplátur), um hetta er ásett í arbeiðsboðnum
Avmarking (dømi):
Reingerð fevnir um uppihaldsrúm/brúksrúm og í mesta lagi 5 rúm pr. vitjan (t.d. gongd, køkur, stova, kamar og bað/vesi).
TvK/brúkarin ásetir í arbeiðsboðnum, hvørji rúm eru við.
Arbeiðsháttur (viðlíkahald):
Arbeiðið verður gjørt í rúmum, sum frammanundan eru “rímiliga” klár til reingerð.
Veitarin skal ikki rudda “nógv/stórt” órudd, flyta tungt innbúgv ella fremja høvuðsreingerð.
3. Hvat er ikki partur av uppgávuni
Hendan tænastan fevnir vanliga ikki um: (tó kann seravtala fyrikoma)
Høvuðsreingerð/djúpreinsan
Rudding/skipan av óruddi, goymslur, kjallarar/ovastaloft, úthús o.l.
Flyting av stórum/tungum innbúgvi
Vindeygu (innan/uttan), gardinur, veggir/loft
Reingerð inni í skápum, køliskápi, ovni, emhettu o.l.
Vask av klæðum, strúking, seingjarklæði
Uppvask, innkeyp, burturkast og aðrar tænastur, ið ikki eru reingerð
Reingerð og upptøka eftir húsdjórum
Óhóskandi umstøður:
Um heimið er í slíkum standi, at arbeiðið ikki kann gerast trygt og rímiligt (t.d. ótryggar umstøður, nógv órudd, vandamikil hygienisk viðurskifti, húsdjór), skal veitarin boða TvK frá og arbeiðið kann útsetast, inntil umstøðurnar eru í lagi.
4. Tíð og títtleiki (grunnskipan hjá TvK)
TvK veitir ískoyti til reingerð til borgarar 67+, á javnt við í mesta lagi tveir arbeiðstímar pr. vitjan, og at ískoytið til reingerð verður veitt triðju hvørja viku. Endalig tíð, títtleiki og innihald verður ásett í arbeiðsboðnum hjá TvK.
5. Reglur um húsdjór (krøv til veiting)
Húsdjór skulu verða avbyrgd/trygt hildin burtur frá arbeiðsøkinum, um tað er neyðugt fyri trygd og arbeiðsfrið.
Veitarin kann steðga/útseta arbeiðið, um húsdjór skapa ótryggar umstøður.
Tænastan fevnir ikki um reingerð eftir húsdjórum, um ikki serliga avtalað fyriliggur.
6. Dokumentatión og dygdarkrøv
Veitari skal arbeiða við einfaldari og greiðari dokumentatión:
Skrásetan pr. vitjan: dagft, start/stop-tíð, hvør útinnir, og krosslisti yvir arbeiði
Frávik: um arbeiði ikki kann gerast sambært arbeiðsboðnum, skal frávik skrásetast og boðast TvK
Klagu-handfaring: veitarin skal hava mannagongd, og – sum dømi – kunna bjóða loysn (t.d. endurreingerð) innan stutta freist
TvK kann gera eftirlit og biðja um frágreiðing, um tað er mett neyðugt.
7. Krøv til veitara
Tilboðsgevari skal sum minst kunna vísa á:
Løgliga støðu (V-tal), fastan kontaktpersón og skráseting av starvsfólkum
Dygdarskipan (arbeiðslýsing og innanhýsis uppfylging)
Ábyrgdartrygging (og, um møguligt, trygging/skipan fyri skaða í sambandi við arbeiðið)
Tagnarskyldu og etiskar reglur hjá starvsfólki
Trygga skipan fyri lyklar/kodir/atgongd v.m
Mannagongd fyri fráboðan um óhapp, skaða og illgruna um óreglulig viðurskifti
8. Prísur og tilboð – hvat TvK biður um
Tilboðið skal innihalda:
Prís pr. tíma og/ella prís pr. vitjan (t.d. 2 arbeiðstímar).
Brúkarin ber kostnaðin av møguligum útbúnaði, har í vaskievni o.a., sum verða nýtt til reingerð.
Lýsing av tilboð:
Kapasitet: hvussu nógvar vitjanir pr. viku/mánað, og hvussu eykadekningur (sjúka o.t.) er skipaður.
Stutt lýsing av arbeiðshátti: krosslisti, logg, frávik og klagugongd
Tryggingardokumentatión og kontaktupplýsingar
Hvussu fakturering verður framd (einfalt og gjøgnumskygt)
9. Val av veitara og sáttmálaskeið
Grundarlag fyri at velja veitara (heildarmeting):
TvK fer at meta tilboð út frá m.a.:
prís og gjøgnumskygni
kapasitet og stabilitet (tíðaravtalur/varadekning)
dygdarskipan (krosslisti, loggur, frávik/klagur)
trygd (lyklar/atgongd, trygging, mannagongdir)
Sáttmálatíð (dømi):
Sáttmáli: 12 mánaðir frá byrjan
Møgulig leinging av avtalu: 1+1 ár (eftir avtalu)
Uppsøgn: 3 mánaðir til mánaðarskifti (við møguleika fyri skjótari uppsøgn við grovum broti)
Fyrivarni:
TvK er frítt stillað at velja eitt ella fleiri tilboð, samráðast við tilboðsgevarar – og kann eisini velja ongan veitara, um TvK metir at treytir ella tørvur ikki eru nøktandi.
10. Innlating av tilboði (praktisk viðurskiftir)
Tíðarætlan og innlating:
Spurningar til útboð: 13. Feb. 2026 - tlf. 611085
Freist at lata inn tilboð: 20. Feb. 2026 (Hjá teimum sum bjóða seg til at veita reingerðartænastuna)
Væntað avgerð: 27. Feb. 2026
Væntað byrjan: 2. Mars. 2026
Tilboð skulu sendast til: frodi@tvoroyri.fo
Eldri borgarar við bústaði í Tvøroyrar kommunu, sum ynskja ískoytið til reingerðarhjálp, eru vælkomin at søkja >>>her
Meira fæst at vita á tlf. 611085, ella umvegis teldupost: tvoroyri@tvoroyri.fo -(Vinarligast merk teldupostin:“Reingerðarhjálp”
11. Hagtøl (eldri borgara í Tvøroyrar kommunu)
Samb. Hagstovuni vóru tað 363 “67+ borgarar” í Tvøroyrar kommunu pr. sep. 2025