VALLISTIN LIGGUR FRAMMI

VALLISTIN LIGGUR FRAMMI

3. mars 2026

VALLISTIN LIGGUR FRAMMI

Vallistin til løgtingsvalið, hin 26. mars 2026, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni á Tvørávegi 37, frá 4. mars, til og við 18. mars.

Til ber at síggja listan í vanligu upplatingartíðini millum kl. 09:00 – 15:00, yrkadagar.

 

KÆRA UM VALIÐ

Kæra um at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur, av órøttum, er tikin við, skal í seinasta lagi eina viku fyri valdagin  verða send kommununi, ið eftirkannar kæruna og tekur endaliga avgerð í málinum.

Boðast skal eisini kommununi frá, um tú ikki hevur fingið valkort ella hevur fingið valkort, ið hevur villu ella manglar okkurt.