20. februar 2026

Vegurin undir Heygnum stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu frá mánadegnum 23/2 kl. 08.00

 

Vegna umfatandi vegarbeiði verður vegastrekkið undir Heygnum á Tvøroyri stongt fyri gjøgnumkoyring frá mánamorgninum 23. februar.

Stongsilin er galdandi so leingi arbeiðið varir.

Talan er um økið, sum er víst við reyðum á viðlagda kortinum – uml. frá undir Heygnum 26 og til Café MorMor. Vit heita tí á borgarar í økinum, sum verða ávirkaðir av vegastongslinum, um at parkera uttanfyri nevnda økið í hesum tíðarskeiði arbeitt verður.

Tað verður framvegis møguligt hjá fólki at koma til gongu, men bilferðsla er útilokað alt tíðarskeiðið, arbeiðið er í gongd.

Ferðandi við bili, sum hava ørindi í økinum, verða víst til aðrar farleiðir umvegis Froðba. Tung ferðsla verður víst til at brúka nýggja Heiðavegin.

Arbeiðið fer væntandi at taka upp til 4 vikur.

 

Tekniska deild