Visjónin hjá Tvøroyrar kommunu er soljóðandi:
"Tvøroyrar kommuna vil veita bestu karmar og verða ein fyrimynd soleiðis at borgarar hava tryggar og mennandi umstøður at støðast, trívast og flyta til, og fáa eina so professionella, fyrikomandi og javnsetta tænastu sum møguligt."
Tvøroyrar kommuna er ein virkisfús og førleikasterk kommuna við einari ríkari søgu. Okkara kommuna er eyðkend fyri at hava ágrýtnar borgarar, sum gjøgnum tíðina hava brotið upp úr nýggjum bæði á vinnuliga-, mentanar- og sosiala økinum og nú eisini á umhvørvisøkinum. Vinnulívið og arbeiðararørslan hava hond í hond ment Tvøroyri til tann býin, hann er í dag – ein framkomin býur, her tað er gott hjá fólki at búgva og virka.
Vit í Tvøroyrar kommunu vilja brúka okkara orku í einum felags samstarvi, at avgreiða dagsins avbjóðingar samtíðis sum vit vilja menna kommununa fram á leið til at kunna handfara framtíðar avbjóðingar á øllum økjum.
***
Tilverugrundarlagið hjá Tvøroyrar kommunu er soljóðandi:
"Tvøroyrar kommuna hevur borgarin í miðdeplinum, og virkar á einum fólkaræðisligum og burðardyggum grundarlagið soleiðis at kommunan er í einari støðugari menning vinnuliga, mentanarliga, sosialt og umhvørvisliga."
Tvøroyrar kommuna er ein virkisfús og førleikasterk kommuna við einari ríkari søgu. Okkara kommuna er eyðkend fyri at hava ágrýtnar borgarar, sum gjøgnum tíðina hava brotið upp úr nýggjum bæði á vinnuliga-, mentanar- og sosiala økinum og nú eisini á umhvørvisøkinum. Vinnulívið og arbeiðararørslan hava hond í hond ment Tvøroyri til tann býin, hann er í dag – ein framkomin býur, her tað er gott hjá fólki at búgva og virka.
Vit í Tvøroyrar kommunu vilja brúka okkara orku í einum felags samstarvi, at avgreiða dagsins avbjóðingar samtíðis sum vit vilja menna kommununa fram á leið til at kunna handfara framtíðar avbjóðingar á øllum økjum.
***
Virðisgrundarlagið hjá Tvøroyrar kommunu er soljóðandi:
Samstarv – við virðisorðið samstarv meina vit:
- at býráð, umsiting og rakstrarstøð arbeiða tætt saman við virðing fyri funktiónunum hjá hvørjum øðrum soleiðis at borgarar fáa bestu tænastuna.
- at vera í konstruktivum og regluligum samskifti við borgarar, vinnulívið og áhugapartar annars.
- at virða týdningin av samstarvi sum ein fyritreyt fyri menning av kommununi.
Álit – við virðisorðið álit meina vit:
- at vera álitisvekjandi inneftir mótvegis leiðslu og starvsfólkum og úteftir mótvegis borgarum, vinnulívið og áhugapørtum annars.
- at virða ymiskleikan hjá hvørjum øðrum bæði persónliga og fakliga.
- at hava álit á hvørjum øðrum.
Tryggleiki – við virðisorðið tryggleiki meina vit:
- at borgarar – ung sum eldri – føla seg trygg í gerandisdegnum.
- at fyribyrgja og taka hond um øll sløg av hendingum fyri at minka um váðan í kommununi.
- at kommunan verður rikin á einum burðardyggum grundarlagið.
Fakligur førleiki – við virðisorðið fakligur førleiki meina vit:
- at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars fáa eina tænastu, sum er professionell, lóglig og saklig.
- at starvsfólk og leiðslur hava høgan fakligan førleika og integritet.
- at starvsfólk og leiðslur eru nýhugsandi og bróta upp úr nýggjum.
Umhugsni – við virðisorðið umhugsni meina vit:
- at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars fáa ein rættvísa, javnsetta og virðiliga tænastu.
- at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars uppliva kommununa til at vera fyrikomandi, tænastusinnaða og nærverandi.
- at borgarin er í miðdeplinum í virkseminum hjá kommununi.