Í 2022 tók Tvøroyrar kommuna stig til at kanna, um áhugi var fyri at stovna ein arbeiðsbólk við umboðum frá øllum kommunum í Suðuroynni, við tí endamáli at lýsa fyrimunir og vansar við eini sjálvbodnari kommunusamanlegging.

Tvøroyrar býráð samtykti í september 2022 at geva borgarstjóranum heimild at seta málið í gongd og at bjóða hinum kommununum við.

Fundur varð hildin á Hamragarði tann 21. september 2022, har allir borgarstjórar og kommunuskrivarar vóru møttir. Har var full semja um, at hvør borgarstjóri skuldi leggja uppskotið fyri sítt kommunustýri, og at limir í arbeiðsbólkinum skuldu verða valdir, um kommunan tók undir við uppskotinum.

Uppskotið var, at:

  • Bólkurin skuldi kanna fyrimunir og vansar við sjálvbodnari kommunusamanlegging.

  • Allar kommunur skuldu fáa innbjóðing at verða umboðaðar í bólkinum.

  • Umboðan skuldi í fyrstani vera eftir stødd, men varð seinni broytt til eitt umboð frá hvørjari kommunu.

  • Limirnir skuldu vera politiskt óheftir.

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var:

  • At lýsa fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging fyri hvørja kommunu sær.

  • At arbeiðsbólkurin skuldi leggja eina niðurstøðu fyri kommunustýrini innan 31. desember 2023.

Raksturin av arbeiðsbólkinum skuldi fíggjast eftir sama býtilykli sum hjá BHS.

Kommunustýrini viðgjørdu málið í september og oktober 2022. Tvøroyrar-, Hvalbiar- og Fámjins kommuna samtyktu at luttaka í arbeiðsbólkinum. Vágs-, Porkeris- og Sumbiar kommunur mettu, at arbeiðssetningurin var ov ógreiður, og eftirspurdu fleiri upplýsingar. Hovs kommuna hevði umrøtt málið, men hevði ikki tikið endaliga støðu.

Tvøroyrar býráð tók málið upp aftur 29. desember 2022 og samtykti at velja tveir limir í arbeiðsbólkin og mæla til, at Hvalbiar og Fámjins kommuna eisini velja tveir limir hvør. Eisini varð heitt á Hovs kommunu um at taka endaliga støðu.

>>>álitið hjá arbeiðsbólkin um sjálvbodna kommunusamanlegging kann lesast 👉 her