Tvøroyrar Sløkkilið og kommunala tilbúgvingin eru her fyri at tryggja, at borgarar og vinnulív eru væl fyrireikað til at handfara óvæntaðar hendingar.
Vit veita vegleiðingar og stuðul til at tryggja, at øll eru tilvitað um, hvussu tey skulu bera seg at í kreppustøðum.
Tú kanst eisini melda teg sum sjálvboðin til sløkkiliðið.
Um tú hevur spurningar ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.