Kommunal tilbúgving

Tann kommunala tilbúgvingin skal, við fyriliti til váðan í kommununi, vera før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaðar á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í samband við skaðahendingar ella vanlukkur, herundir yvirgang og hernaðarligar hendingar, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum.

Tilbúgvingarætlanir, ið lýsa uppgávur, bygnað og ásettu stødd á kommunalu tilbúgvingini, skulu gerast sambært kommunalari váðameting, ið er fyriskrivað í tilbúgvingarlógini § 13. Meginreglan í greinini er, at kommunan skal leggja tað dagligu tilbúgvingina til rættis, við støði í fyrrnevndu váðameting ið lýsir eyðmerktar vandar í tilbúgvingarøkinum. Váðametingar og tilbúgvingarætlanir, skulu javnan verða endurskoðaðar.

Uppgávurnar hjá kommunalu tilbúgvinginum kunnu annaðhvørt fremjast av kommuni sjálvari, ella fremjast av eini felags kommunalari tilbúgving. Tað er ábyrgdin hjá kommunustýrinum at tryggja og hava eftirlit við, at tilbúgvingarnar hjá kommununum eru fullgott skipaðar og útgjørdar.

Kommunurnar í Føroym eru 29 í tali og hava tær skipa seg í 19 tilbúgvingarøki.

Tann kommunala tilbúgvingin setur í verk nøktandi átøk í sambandi við skaðatilburðir ella vanlukkur og hevur teknisku leiðsluna av átakinum á skaðastaðnum undir øllum átakinum. Hetta er t.d. galdandi fyri:

  • eldsbruna,
  • óhapp við vandamiklum evnum,
    spreinging,
  • skriðu-, skalva-, áar- og omanlop,
  • tá ið bygningar rapa,
  • ferðsluvanlukkur,
  • tilburðir við skipa- og bátaóhappum, tá ið førini liggja við bryggju,
  • hýsa neyðstøddum ella bráðfluttum fólki,
  • flogvanlukkur á landi,
  • at loysa fastkleimd fólk í ferðsluvanlukkum, flogvanlukkum og omanlopum o.ø. og
    umhvørvisdálking, herundir eisini at basa olju- og øðrum vandamiklum evnum á landi, á vøtum, í áum og í havnaløgum.